Tíðindi.

Úrslit og myndir fra renningardegnum 01-09-2022.

01.09.2022

Í allar fagrasta veðri runnu okkara røsku næmingar skúlarenning í gjár 1. septembur. Hitað var upp í skúlagarðinum, áðrenn farið var avstað. 10. flokkur stóð fyri upphitingini. Lagið var avbera gott, og farið var avstað við góðum hugburði.

Tilsamans runnu næmingarnir 2.375 kilometrar. Sera flott!

1 næmingur rann 30 km.

3 næmingar runnu 22,5 km.

8 næmingar runnu 20 km.

14 næmingar runnnu 15 km.

13 næmingar runnu 12,5 km.

Allar flestu næmingarnir runnu 10 km.

Flokkarnir, sum runnu mest í miðal, vóru hesir:

Nr. 1: 6.b - 14,82 km.

Nr. 2: 7.fl. - 11,90 km.

Nr. 3: 6.a - 11,54 km.

Nr. 4: 5.fl. - 10,83 km.

Sera góð úrslit, øll somul.

Vit takka fyri ein góðan rennidag, ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og eina góða mentanarviku.

Eiler hevur klikt nakrar myndir og sett saman eitt filmsbrot frá rennidegnum.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband