Foreldraumboð og foreldraráðið.

Foreldraumboð

 

Hví foreldraumboð?

Í fólkaskúlalógini stendur í § 2. "Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu persónligu menningini." 

 

Hvussu skulu foreldraumboðini veljast?

  • Hvør flokkur skal hava trý foreldraumboð
  • Foreldraumboðini sita 2 ár í senn
  • Foreldraumboðini skipa seg sjálv við formanni, sum eisini er kontaktpersónur hjá umboðunum

 

Viðtøkur fyri foreldraumboð í flokkinum:

  1. Foreldraumboðini hava til uppgávu at røkja áhugamál, sum kunnu verða børnunum, flokkinum og skúlanum at gagni.
  2. Valið til foreldraumboð fer fram á foreldrafundi í flokkinum í august/september mánað á hvørjum ári.
  3. Í minsta lagi foreldraumboð umboðandi tvey børn verða vald fyri hvønn flokk.
  4. Foreldraumboð, sum fara frá, hava skyldu at kunna nývald um hesar viðtøkur og um uppgávuna sum foreldraumboð.
  5. Foreldraumboðini eru millumlið millum skúlastýrið og foreldrini. Skúlastýrið samskiftir við foreldrini umvegis foreldraumboðini.
  6. Foreldraumboð úr øllum flokkum luttaka á einum árligum felags fundi, sum foreldraumboðini í skúlastýrinum skipa fyri. 
  7. Foreldraumboðini viðgera ikki persónsmál. Persónsmál kunnu handast foreldraumboðum, sum bera tey víðari á rætta stað.
  8. Foreldraumboðini hava til uppgávu at taka stig til trivnaðartiltøk t.d. hugnaløtur og felags máltíð, ítrivsløtur, har í minsta lagi annað er saman við foreldrunum.

 

Foreldraumboð 2024/2025

1.fl.  

2.fl. Arnleyg í Lon Mohr, Nikolina Kristiansen og Ragna Løkin

3.fl.  

4.fl. Jana í Lambanum, Linda Toftegaard og Lillian Jacobsen

5.a 

5.b  Irdi E. Toftegaard, Henning Drangá og Jónvør Thomsen

6. fl

7. fl. Bjørg Anderssen, Kristbjørg Christensen og Mary-Ann Zachariassen

8.a  Edna Jacobsen, Hansa Lamhauge, Sonja Hansen

8.b  Maria á Boðanesi, Birita Jarnskor og Anna Heinisen

8.c  Jóhan Mørkøre, Jytta Friang og Frígerð Baldvinson Mortensen

9.a  Dagny Kristiansen, Elisabeth Hansen og Heidi Jógvansdóttir Thomsen

9.b

9.c

10. fl.

 

Foreldraráðið

Foreldraráðið er mannað av øllum foreldraumboðunum fyri allar flokkarnar. Umboð fyri leiðslu skúlans og umboð fyri skúlastýrið eru við á fundinum.

Endamálið hjá foreldraráðnum er at menna samstarvið millum foreldrini og menna samstarvið millum heim og skúla. Við at møtast kunnu foreldraumboðini fáa hugskot frá hvørjum øðrum, fyri eitt nú at menna felagsforeldrafundir. Alt samalt fyri at fáa ein betri skúla fyri okkara børn.

Foreldraráðið kann møtast so ofta tað vil. Tað er upp til foreldrini at seta dagsskrá til fundirnar. Tit kunnu lesa meir um hetta í handbókini fyri foreldraumboð. 

Foreldraumboðini hava ábyrgd fyri at skipa fyri karmunum til fundirnar. Spyrja um høli eru tøk og um onnur tiltøk eru á skúlanum. Húsavørðurin hjálpir til við at seta borð og stólar upp.

Skúlastýrið vil fegið hjálpa foreldraráðnum við ymiskum, men tað eru foreldraumboðini, sum hava høvuðsábyrgd fyri, at arbeiðið gongur.

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband