Tíðindi.

Góða summarfrítíð.

19.06.2024

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi!

So var skúlaárið 2023-2024 longu liðugt.

Junidagar

Hesar seinastu dagarnir hava verið sera hugnaligir og rokaligir. Ímeðan hádeildin hevur gingið til munnligar próvtøkur og royndir, hevur grund- og miðdeildin havt tað munandi róligari. Tey hava nevniliga havt sokallaðu "junidagar". Tá "junidagar" eru, verður vanliga tímatalvan løgd niður, og næmingarnir hava øðrvísi skúladagar.

Næmingarnir hava havt fulla skrá hesar dagar, m.a. hava tey svomið í Klaksvík, gingið eftir gamla Leirvíksvegnum, etið í Bovlinghøllini í Leirvík, gingið túrar í Fuglafirði og vitjað søgusavnið í Vestmanna. 

Eisini hevur verið tíð til postarenning, ið næmingarnir gingu høgt uppí.

Sigast skal eisini, at grunddeildin fyrstu ferð var til OL. Olympisku leikirnir vóru hildnir á fótbóltsvøllinum í Fuglafirði, og okkum er fortalt, at hetta eydnaðist so sera væl. 

Spæliliðið 

Nevnast má eisini, at næmingarnir, ið mannaðu "spæliliðið" hetta skúlaárið, fingu handað prógv í seinastu viku. Spæliðið hevur til endamál at fáa næmingar at vera virknar og røra seg í fríkorterinum. Spæliðið, ið er mannað við 7. floks næmingum, hevur røkt hesa uppgávu sera væl. Takk fyri, tit.

Stuttligi skúladagurin hjá 10. fl.

Av tí, at verkfall var, so bleiv stuttligi skúladagurin, sum 10. flokkur skipar fyri, útsettur til 18. juni.

Hetta var ein sera rokaligur og stuttligur dagur við nógvum undirhaldi frá morgunstundini av. Tað vóru næmingarnir í 10. flokki, sum stóðu fyri morgunsanginum, sum var nakað meira lívligur henda morgunin, enn hann annars plagar. Síðandi skipaði 10.fl. fyri spølum, dansi og ymiskum kappingum í miðhøllini. Uttanfyri skúlan kundi væntast, at tú fekk karm, tí næmingar sproytaðu við vatnbyrsum.

Eftir ein sera stuttligan dag uppi í skúlanum, fluttu vit okkum oman á sand, har lærarar grillaðu pylsur. Alt í alt ein sera væl eydnaður dagur. 

Huglagið henda seinasta mánaðin kunnu tit síggja á myndunum og filmsbrotunum niðanfyri.

Góða summarfrítíð ynskja vit tykkum øllum.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband