Førleikastovan.

Førleikastovan er ein samanrenning av ymsum funksjónum og samstørvum í skúlanum.

Undir førleikastovuna hoyrir m.a. AKT, SSP, serlærarar.

Førleikastovan leggur seg eftir at menna førleikar hjá teimum, sum eru skerd ella hava avbjóðingar.

SSP

SSP er eitt skipað samstarv millum høvuðspartarnar, skúla, sosialar myndugleikar og løgreglu.

Skúlin hevur ein týðandi leiklut í SSP-samstarvinum, og í flestu førum virkar skúlin sum pallur fyri átøkum í SSP-høpi. SSP-ráðgevingin vitjar javnan úti á skúlunum, har almenn viðurskifti so sum trivnaður millum næmingar og foreldranetverk verða viðgjørd.

Lesivegleiðing

Lesivegleiðari er Marta á Lakjuni.

Tel. 26 71 90
Teldupostur: marta.a.lakjuni@skulin.fo 

Skúlavegleiðari

Skúlavegleiðari er Magda Magnusdóttir.

Tel. 23 80 65
Teldupostur: magda.magnusdottir@skulin.fo 

Skúlin bjóðar næmingum í 6. til 10. flokki skúlavegleiðing. Skúlavegleiðarin skal ráðgeva og leiðbeina næmingum í sambandi við lærugreina-, útbúgvingar- og starvsval teirra.

Í 9. flokki og í 10. flokki fara næmingarnir í starvsvenjing. Tá er uppgávan hjá skúlavegleiðara í samráð við næmingin at finna hóskandi starvspláss og at kunna um arbeiðsmarknaðin.

Heimasetningur
Fríloyvi
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband