Tíðindi.

Prógvhandan.

10.06.2024

Prógvhandan hjá 10. flokki og teimum í 9. flokki, sum gevast í skúlanum, verður mánadagin 17. juni kl. 17.00.

Hátíðarløtan verður í ítróttahøll skúlans.

Eftir fráfaringarløtuna verður myndatøka og drekkamuður.

Sunrid í Gong frá Fotostudio tekur myndir av næmingunum.
Møguleiki verður at keypa eina floksmynd (kr. 250,-) og/ella einstaklingamynd (kr. 200,-)
Um tit ynskja at fáa myndir, skal hetta gerast við at lata ein brævbjálva inn á skrivstovuna við peningi í. Á brævbjálvanum skal standa, hvat fyri myndir tit ynskja og navn/bústaður hjá næminginum.
Hetta tí, at myndirnar verða sendar. Seinasta freist at gjalda fyri myndirnar er mánadagin 17. juni kl. 12:00.

Vit gleða okkum til stóra dagin.

Verið vælkomin!

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband