Tíðindi.

Hendingaríkir dagar fyri næmingaráðið .

03.05.2024

Hesir seinastu dagarnir hava verið sera hendingaríkir fyri næmingaráðið.

Næst seinasta vikuskifti vóru næmingaráðini í Fuglafjarðar skúla og Kollafjarðar skúla boðin við sum eygleiðarar til aðalfund hjá DSE, ið er ovasti myndugleikin hjá "Danske Skoleelever". Næmingarnir, ið umboðaðu næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla vóru Eva úr 7.b og Johannes úr 9.a.

Hesir somu næmingar vóru á fundi í gjárskvøldið við býráðið, har tey kunnaðu um túrin í Danmark, og í heila tikið um arbeiðið og framtíðarætlanir hjá næmingaráðnum. 

Fuglafjarðar kommuna hevur latið stuðul til næmingaráðið, soleiðis at tað var gjørligt at vera við til aðalfund í Danmark. Hetta takka vit hjartaliga fyri.

Til morgunsangin í morgun greiddi Johannes frá túrinum í Danmark, serliga hvussu væl skipað arbeiðið er og hvussu væl næmingarnir í Danmark duga at arbeiða politiskt. 

Seinni á degnum var farið til Havnar í Undirvísingarstýrið, har øll umboð í næmingarráðunum í Fuglafjarðar skúla og í skúlanum í Kollafirði vóru boðin við. Her var eisini tosað um túrin í Danmark og um arbeiðið hjá næmingaráðunum í Føroyum, og hvussu hetta arbeiðið kann stimbrast og mennast. 

Við blandaðum myndum frá omanfyri standandi løtum, ynskja vit tykkum øllum eitt gott vikuskifti. 

 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband