Tíðindi.

Kunning um vakmyndatól.

05.04.2024

Í samráð við kommununa er avgerð tikin um at seta upp vakmyndatól í Fuglafjarðar skúla. Arbeiðið við at seta hesi upp byrjar í komandi viku.

Endamálið við vakmyndatólunum er at fyribyrgja happing og herverki.

Umsitingin av vakmyndatólum er undir strangum eftirliti, og tilfarið verður bert nýtt í serligum førum og/ella tá tað gerst neyðugt.

Umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og Fuglafjarðar skúlan umsita skipanina við vakmyndatólum, og verður hetta strangliga stýrt sambært dátuverndarlógini. 

Leiðslan


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband