Tíðindi.

Barnaútvarpið á vitjan hjá 2. flokki.

03.04.2024

Í morgun var Jonna frá barnaútvarpinum á vitjan. Hon fór beina leið í floksstovuna hjá 2. flokki at forvitnast, tí har er okkurt áhugavert at síggja og hoyra um.

Í floksstovuni stendur eitt flott træ í vindeyganum við greinum, sum vaksa skjótt. Træið er nú vorðið so stórt, at tað veksur eftir vegginum í floksstovuni. Tað eru fleiri, sum hava lagt merki til hetta træið, tí tað prýðir bæði innandura og uttandura. 

Tað sermerkta við trænum er, at hvørjaferð træið veksur, gerast børnini klókari. Hví man tað vera?

Hoyrið nærri um hetta í barnaútvarpinum í næstu viku. 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband