Tíðindi.

Kvæðadagur 2024.

11.02.2024

Aftur í ár varð skipað fyri kvæðadegi í skúlanum, og var gamla fimleikahøllin karmur um føroyska dansin. 

Allir flokkar høvdu lært seg eitt ávíst kvæði, sum varð dansað og kvøðið í felagsskapi við aðrar flokkar. Fyrst kvóðu byrjarnar- og miðdeildin saman, og síðani hádeildin. Tilsamans fóru næmingarnir ígjøgnum 12 kvæði.  

Eftir at næmingarnir høvdu dansað føroyskan dans, fingu teir sunkist og okkurt søtt undir góman. 

Tað var stuttligt at síggja, hvussu hugagóðir næmingarnir kvóðu og dansaðu. Og serliga var tað hugaligt at hoyra, hvussu væl flokkarnir dugdu ávísa kvæðið, ið teir floksvís høvdu vant dagarnir fram til kvæðadagin.

Kvæði og føroyskur dansur er ein siðaarvur, ið vit eiga at varðveita.

Her eru nakrar myndir frá degnum:

 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband