Tíðindi.

Fuglafjarðar skúli við á tingfundi mánadagin og týsdagin 5. og 6. februar.

03.02.2024

Í komandi viku verður ungdómsting hildið.

Løgtingsforkvinnan beyð í juni í fjør næmingunum í hádeildum fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot og uppskot til samtyktar at viðgera í ungdómstinginum.

9.b í Fuglafjarðar skúla sendi inn uppskot. Tá freistin var úti, var uppskotið hjá Fuglafjarðar skúla millum tey, ið vórðu vald at taka til viðgerar í tinginum. Uppskotið hjá Fuglafjarðar skúla er soljóðandi: "Uppskot til samtyktar um at kanna, hvussu kommunurnar kunnu vera við til at gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum".

Bólkurin, sum er mannaður við Lý Zachariassen, Salomon Skorastein, Sigursól Einarsdóttir Jacobsen og Jórun Joensen, verður tí við til at manna ungdómstingið í komandi viku. Dagsskránnar fyri tingfundunum í komandi viku síggjast her: https://ung.logting.fo/ 

Aðrir skúlar, sum luttaka í ungdómstinginum, eru: Eysturskúlin, Runavíkar kommunuskúli, Tofta skúli, samstarvið millum Runavíkar skúla og Tofta skúla, skúlin á Fløtum, skúlin við Streymin og Sandoyar meginskúli.

Spennandi verður at fylgja við tingfundunum í komandi viku. Vit ynskja okkara næmingum góða eydnu.

Til ber at stoyma frá tingfundinum her: https://ung.logting.fo/hvat-hendir-i-logtinginum/logtingid-beint-nu/stroyming-tingfundur/


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband