Tíðindi.

Lærarastørv í Fuglafjarðar skúla.
Til skúlaárið 2023/2024 verður søkt eftir:
- 2 lærarum í fast starv frá 1. august 2023
- 1 lærara í tíðaravmarkað starv at byrja 24. august 2023 vegna barnsburðarfarloyvi
- 2-3 lærarum í tíðaravmarkað størv frá 1. august 2023 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn 1. septembur 2023.
Søkt verður eftir lærarum, sum
- eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- duga at samstarva og vilja vera við til at menna skúlan
- tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- eru fevnandi og vilja styrkja felagsskapin
- ynskja at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans
hava góðar kt-førleikar
Førleikakrøv:
Tey, sum verða sett, skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og linjulestur ella samsvarandi førleikar í hesum lærugreinaøkjum: enskum, lívfrøði, alis- og evnafrøði, tónleiki, leiklist, søgu, samfelagsfrøði, landafrøði, heimkunnleika, ítrótti/svimjing, og føroyskum sum 2. mál.
Harumframt tørvar skúlin lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraleiklut, og sum hava førleikar til at undirvísa næmingum við serligum tørvi.
Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin, 29. mai 2023, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran, á tlf. nr. 238061.
Tey, ið sett verða, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin.
Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 30 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.