Tíðindi.

SHREK The Musical nærkast.

13.03.2023

Í Mentanarhúsinum mars 2023

Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Frá 18. mars og fram ímóti páskafrítíðini sýnir breytin fram ”SHREK The Musical” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin hjá Dreamworks frá 2001. SHREK hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Tað eru 28 næmingar á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.
SKÚLASÝNINGAR/SÝNINGAR FYRI STOVNUM eru hesar dagar:


• 20. mars kl 10:00
• 21. – 23. mars kl 9:00 og 11.45
• 24. mars kl 09:30
• 27. – 29. mars kl 9:00 og 11:45


Atgongumerki til skúla- og stovnssýningar kunnu bíleggjast á fug@skulin.fo ella á tlf 238060 millum kl. 08.00 og 14.00. Kostnaðurin er kr. 50,-. GG! Heilt fá atgongumerkir eru eftir til skúla- og stovnsýningar. 

Atgongumerki til almennu sýningarnar eru til sølu á atgongumerki.fo.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband