Tíðindi.

Jólahald 2022.
21.12.2022
20. desembur vóru jólahald á skúlanum. Haldini vóru skipað í tveimum. Jólahaldið hjá 1.- 6. flokki var kl. 17.00 og 7. - 10. flokki kl. 19.00.
Sigast má, at jólahaldini eydnaðust sera væl. Tað vóru kór- og tónleikaframførslur, jólaleikur frá 6. flokki og 10. flokki, linedansur frá dreingjum í hádeildini, lusiagongd frá gentum í hádeildini og felags sangur.
Allar framførslurnar gingu avbera væl, og vit kunnu bara ásanna, at vit hava sera dugnalig starvsfólk og dugnaligar næmingar her á skúlanum. Tað eru hesi sum gera, at jólahaldini blíva so serstøk og hugnalig. Takk øll somul!
Her eru nakrar myndir frá jólahaldunum:
































































Deil tíðindi á