Tíðindi.

Skúlastýrið hevur skipað seg.

09.01.2025

Nýggja skúlastýrið, sum tók við 1. januar, hevur havt sín fyrsta fund.

Á fundi 8. januar 2025 skipaði skúalstýrið seg soleiðis: 

  • Leivur á Lakjuni, skúlastýrisformaður og foreldraumboð
  • Bárður Toftum Petersen, varaskúlastýrisformaður og foreldraumboð
  • Arni Vitus Petersen, foreldraumboð
  • Mary-Ann Zachariassen, læraraumboð
  • Eyðun á Lakjuni, kommunuumboð fyri Fuglafjarðar kommunu
  • Magnus Skoralíð, kommunuumboð fyri Eysturkommunu
  • Berlys Toftadal, skrivari og skúlastjóri

Skúlastýrið ásetur meginreglur fyri virksemi skúlans og knýtur saman heim og skúla.

Skúlastýrið skal vera samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans.

Skúlastýrið skal samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu og hølisligu umstøðurnar í skúlanum.

Skúlastýrið skipar fyri árligum felags foreldrafundi, har m.a. ársfrágreiðing verður løgd fram.

Nærri kunning um skúlastýrið, fundarfrágreiðingar og ársfrágreiðingar sæst á niðanfyri standandi leinki:  

Skúlastýrið

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband