Tíðindi.

Vit fara at sleta.

07.01.2025

Gott nýggjár, øll somul! 

Nú boðað verður frá góðum kavaveðri, fara vit øll at sleta mikudagin, 8. januar í 3. og 4. tíma. Vanlig skúlagongd er áðrenn og aftaná vit hava sletað. 

Allir næmingar verða bidnir um at vera í vetrarklæðum. Tey, sum eiga, eru vælkomin at hava sletu við. 

Heitt kakao verður at fáa, tá næmingarnir eru lidnir at sleta. 

Vit gleða okkum til ein kavaríkan dag. 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband