Tíðindi.

Gleðilig jól.

20.12.2024

Góðu øll somul,

Eins og undanfarin ár hava hesir seinastu dagarnir undan jólum verið serstakliga hugnaligir. Tað hava verið jólaverkstøð, jólaligir felagssangir og sum heild jólaligt huglag.

Eisini hevur verið ein jólateknikapping, ið bókasavnsvørðirnir skipaðu fyri. Vinnararnir av bestu jólatekningum gjørdust hesi:

Anastasia í 3. fl.

Birita í 5.a

Sif í 6.fl. 

Flottan og jólaligan myndavegg hava vit eisini havt í ár. Fleiri flokkar og familjur hava nýtt høvi at tikið myndir í hesum flotta hjørninum, sum leiðslan hevur staðið fyri.  

19. desembur vóru jólahaldini, har fleiri flottar næmingaframførslur vóru, bæði við lusiagongd, sjónleiki, tónleika-  og sangframførslum og dansi. Vit eru sera errin av okkara evnaríku næmingum. 

Í dag hava vit verið til jólagudstænastu, har 2. flokkur gekk Lusiagongd. Inngangs- og útgangsbøn lósu Kári og Sámuel úr 7. flokki. 

Nú verður farið í jólafrí.

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 

Møtt verður aftur í skúla mánadagin, 6. januar 2025, og vit fylgja vanligu tímatalvuni aftur.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband