Tíðindi.

Vit vóru við til altjóða barnarættindadag í Norðurlandahúsinum.

22.11.2024

Næmingaráðini kring um í landinum vóru boðin til eitt tiltak í Norðurlandahúsinum tann 20. novembur, sum er altjóða barnarættindadagur. Tað var "barnaverkætlanin 2022-2026", sum saman við Undirvísingarstýrinum, Námi, Barnabata og Norðurlandahúsinum skipaði fyri tiltakinum.

Meiri um barnaverkætlanina:

Í sambandi við, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið bleiv skipað í desember 2022 hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum tikið stig til eina barnaverkætlan, sum er eitt breitt skipað samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið.

Høvuðsdenturin á barnarættindadegnum var at kunna børnini um barnarættindi.

Fuglafjarðar skúli fóru suður við næmingaráðum í øllum deildum, grund-, mið og hádeildini. Sum skilst høvdu tey ein sera hugnaligan dag í Havn.

Vit takka Barnaverkætlanini fyri innbjóðingina.

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband