Tíðindi.

Virkin oktober 2024.

04.10.2024

Starvsfólk og næmingar í Fuglafjarðar skúla eru sjálvandi við í átakinum "virkin oktober", sum fjórða árið á rað eggjar okkum at vera virkin á ymsan hátt. Gransking vísir, at við at vera virkin sálarliga, sosialt, andaliga og kropsliga styrkja vit okkara sálarligu heilsu.

Í morgun hava vit tí øll strekt kroppin, soleiðis sum álmanakkin leggur upp til. Hetta gjørdu vit beint eftir morgunsangin við góðari vegleiðing frá AKT-læraranum, Mary-Ann Zachariassen. 

Í næstu viku er ABC vika. Tað verður spennandi at vita, hvat vit tá fara at gera. Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. 

Í Fuglafjarðar skúla fylgja vit álmanakkanum, sum tit síggja á myndini niðanfyri. Tað finnast eisini aðrir álmanakkar, sum til ber at fylgja, á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum. Sí leinki: álmanakkar (Virkin oktober) 

Nærri kunning um átakið annars kann lesast á hesum leinki: Virkin oktober

Stuttligt hevði verið, um tit eisini heima kunnu fylgja álmanakkanum og práta við børnini um hetta átak. 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband