Tíðindi.

1. flokkur vitjar tey gomlu.

02.10.2024

Góða samstarvið við Vesturstovu heldur fram

Grunddeildin í Fuglafjarðar skúla gjørdi seinasta skúlaár eina avtalu við eldrasambýlið Vesturstovu um, at 1.-3.fl. kemur á vitjan einaferð um mánaðin í skúlaárinum. 

Hetta samstarvið hevur riggað so sera væl, og fer avtalan tí at halda fram.

Samstarvið inniheldur, at næmingar hava sangframførslur, søguløtur ella vísa fram eitthvørt, ið tey hava gjørt í skúlanum. 

Nýggi 1. flokkur okkara var á vitjan fyrr í vikuni. Tey sungu barnasangir og annars hugnaðu sær saman við teimum eldru.

Við fegnast um, at hetta samstarvið er komið í lag og at tað heldur fram. Tað er mennandi fyri tey smáu og ikki minst tey eldru.

Á filmsbrotunum niðanfyri síggja tit, hvussu hugnalig løtan var: 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband