Tíðindi.

Bókasmakking á bókasavninum.

26.09.2024

Í skúlanum hava vit eitt sera hugnaligt og deiligt skúlabókasavn, sum vit brúka á ymiskan hátt. Viðhvørt eru lesiløtur, bólkaarbeið, fyrilestrar o.a. 

Í morgun var ein øðrvísi "matstova" á skránni. 5.a vitjaði hesa “ matstovuna” og valdu forrætt og høvuðsrætt frá bókasjálvtøkuborðinum og góvu bókunum skrivligt ummæli. Tey vóru sera fitt og røsk.

Enn ein fjálg løta á okkara hugnaliga skúlabókasavni. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband