Tíðindi.
Rithøvundur á vitjan.
17.09.2024
Í morgun var skúlabókasavnið karmur um eina sera hugnaliga morgunløtu. Helena Kannuberg, sum hevur skrivað barnabókina "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" vitjaði skúlabókasavnið. Hon las úr bókini og vísti myndir á skíggja.
Tað vóru næmingarnir í grunddeildini (1. - 3. flokk) sum vóru við til hesa søguløtu. Næmingarnir sótu sera stillir og lurtaðu.
Vit takka Helenu fyri vitjanina.
Deil tíðindi á