Tíðindi.
Takk fyri góðan karneval.
Góðu starvsfólk og næmingar!
Sum kunnugt, so varð skipað fyri einum karnevali á mentanardøgunum. Skúlin luttók, og vóru vit øll klødd í sangleikabúnum. Her fingu vit víst allar teir flottu búnar fram, sum undanfarin ár eru framleiddir til sangleikabreytina hjá 10.flokki.
Ítróttahøllin í skúlanum var karmur um fyrireikingarnar, og tað var stuttligt at uppliva tað góða huglagið í høllini, tá vit øll gjørdu okkum klár til gonguna oman í býin.
Talan var um nógvar búnar - og summir búnar vóru meira torgreiddir at koma í enn aðrir - men við góðum samstarvi, so bar á mál, og brádliga stóðu vit øll klár í skúlagarðinum.
Við góðari hjálp frá ymiskum fólki, eydnaðist at fáa drekan frá sangleikinum Shrek á flog. Tí varð sjálvsagt, at flogdrekin var fremstur í gonguni.
Sjálv gongan oman í býin var sera stuttlig, lívlig og rokalig, men mest av øllum serlig. Og vit tora við vissu at siga, at henda dag koma vit øll at minnast afturá við einum smíli.
Við hesum takka vit tykkum øllum, sum luttóku, fyri ein sera væleydnaðan karneval á mentanardøgunum. Takk til Fuglafjarðar kommunu, Fuglafjarðar ellisakfør og Fuglafjarðar sløkkilið fyri gott samstarv.
Ein serlig tøkk til næmingar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Tað var rørandi at síggja, hvussu nógv av tykkum møttu upp til tiltakið.
Her eru nakrar myndir frá karnevalinum, sum vit hava fingið loyvi at lána frá Fuglafjarðar kommunu og Dáva Beder: