Tíðindi.
Skúlarenning í fagrasta veðri.
08.09.2024
Hósdagin 5. septembur var skúlarenning á skránni.
Í allar fagrasta veðri fóru uml. 300 næmingar at renna runt í býnum. Fyrst var upphiting í skúlagarðinum, sum næmingarnir í 10. flokki skipaðu fyri. Upphitingin var, sum altíð, sera stuttlig og lívlig við hørðum tónleiki.
Í komandi viku fara vit at telja, hvussu nógv flokkarnir hava runnið í miðal. Hesi tølini verða kunngjørd til onkran morgunsang. Tað er altíð ein spennandi løta, tá næmingarnir fáa at vita, hvør flokkur rann mest.
Her eru nakrar myndir frá skúlarenningini:
Deil tíðindi á