Tíðindi.
26 fittir næmingar í 1. flokk.
1. flokkur hevur havt sín fyrsta skúladag. Í morgun byrjaðu nakrir sera spentir og fittir næmingar í 1. flokki. Næmingarnir møttu í miðhøllini saman við foreldrum og avvarðandi, har skúlaleiðslan og flokstoymið rundanum 1. flokk tóku ímóti teimum.
Aftur í ár sóu vit litríkar og flottar skúlataskur og skúlatroyggjur.
Eftir felags kunning í miðhøllini varð floksmynd tikin í trappuni. Síðani var farið upp í floksstovuna, har næmingarnir beinanvegin fingu brúk fyri pennahúsinum, tí navnaskelti máttu gerast.
Umframt okkurt søtt undir góman, fingu næmingar nógv annað spennandi tilfar í skúlataskuna.
Kommunali gartnarin var aftur í ár í gávuhýri og gav næmingunum hvør sítt træ, ið tey kunnu planta heima.
Tað eru 26 næmingar, sum byrja í flokkinum. Flokslærarar vera Áshild Kristiansen og Betty Vitalis Kallsberg.
Vit ynskja næmingunum hjartaliga vælkomnum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá skúladegnum :