Tíðindi.

Ein heilsan frá 6. og 7. fl. .

29.05.2024

Í góðveðrinum í dag og í seinastu viku hava næmingar í 7.a og 7.b fingið nógv á skaftið. 7. flokkarnir hava vitjað Sløkkiliðsstøðina í Fuglafirði, har tey m.a. vóru biltúr við sløkkiliðsbilum og lærdu at sløkkja eld. Tveir læruríkir og hugnaligir dagar. Vit takka sløkkiliðsmonnunum fyri hesar dagar - og takka samstundis fyri altíð gott og jaligt samstarv yvirhøvur. 

Næmingar í 6. flokki hava í morgun verið ein langan túr í býnum. Fyrst var farið ein túr vestur í Innandals. Síðani varð gingið oman á sandin, áðrenn farið var norður á Enni. Eisini 6. flokkur hevur havt ein hugnaligan og sosialan dag í allar fagrasta veðri. Nógv er at práta um, nú tey ikki eru so nógv saman í hesum verkfallstíðum. 

Her eru nakrar myndir frá døgunum:

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband