FFS sangir.

Jólasangir

Jól á skúlaveg

1. Veðrið tað er kaldari nú.
Í fínum kavastyvlum ert tú.
Tjúkkan vetrarjakka – um hálsin turriklæð
rennur tú í skúla hvønn dag.

2. Kavin dalar himlinum frá,
sum dýna legst hann jørðina á.
Desember er nú komin, og øll tí gleða seg.
Skjótt koma jól á skúlaveg.

Endiliga er jólafrí,
og tað sæst, tí øll eru blíð.
Kanska tú ta gávuna fær,
sum tú ynskti tær.

4. Veðrið tað er kaldari nú.
Í heitum vetrarklæðum ert tú.
Kjálkarnir so reyðir, eyguni so blá
stendur tú og sigur mær frá.

5. Sjálvt um kalt og ilsligt tað er,
ljósa smíl títt hita mær ber.
:,: Desember er nú komin, og øll nú gleða seg.
Nú komu jól á skúlaveg. :,:

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Grýlur
Ola, mola, sukurmola kann eg fáa bomm? Ola, mola, sukurmola eg vil hava bomm Grýlurnar tær ganga og vilja hava bomm.…
Sangløtur
Veturin rópar
1. Veturin rópar í fjøllum og dølum: Nú kemur grýlan við fjøruti hølum. Ein er av silki, og ein er av tveini, ein er av sp…
Sangløtur
Sjeikurin
Hon liggur har í songini við dýnu upp undir øs. Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs!” Hon svarar ikk…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband