FFS sangir.

Sangløtur

Grýlur

Ola, mola, sukurmola
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola
eg vil hava bomm

Grýlurnar tær ganga
og vilja hava bomm.
Eg síggi eina flotta,
ið klæddi seg sum rotta.

Dracula hann gongur
við sera spískum tonnum,
og leitar eftir teimum,
við blóðreyðum bommum.

Ola, mola, sukurmola
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola
eg vil hava bomm.

Gentur eru raskar,
klæddar út sum græskar.
Karamellur, skumfidus
- hasi hava fingið djús.

Slikkipinn og bommstavar
vit ganga, tó tað kavar.
Kavin liggur hvítur,
úlvurin hann snýtur.

Ola, mola, sukurmola
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola
eg vil hava bomm.

Vit ganga runt um bygdina
og minnast væl til trygdina.
Hasin er eitt bókasavn,
sum gongur runt í Tórshavn.

Í fjør var eg ein kavabóltur,
beiggi mín ein skøltur.
Mamma sigur tað er skomm
at eta ov nógv bomm.

Ola, mola, sukurmola,
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola,,
eg vil hava bomm.

Ola, mola, sukurmola,
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola,
gev mær meira bomm!!!

Orð: 4.a 2020-2021 Fuglafjarðar skúli
Lag: 4.a 2020-2021 Fuglafjarðar skúli

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Nú skínur sólin bjarta
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fr…
Morgunsangir
Breið tínar náðiveingir
1. Breið Tínar náðiveingir, o, Jesus, yvir meg; lat hvíld hjá Tær meg finna, mín allan lívsins veg! Veit Tú mær ráð og me…
Sangløtur
Sjeikurin
Hon liggur har í songini við dýnu upp undir øs. Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs!” Hon svarar ikk…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband