FFS sangir.

Sangløtur

Sjeikurin

Hon liggur har í songini
við dýnu upp undir øs.
Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær?
Tú gert meg heilt nervøs!”
Hon svarar ikki, fyrrenn
eg spyrji einaferð afturat,
so smílist hon so droymandi
og sigur: “Veist tú hvat?”

Tú skuldi hitt hann
ein sjeik so fittan.
Hann er lekrasta petti,
sum finst her á jørð.
Tað allarbesta -
eg eri um at bresta!
Um eg ikki skjótt síggi hann,
so verði eg ør,
ja, eg verði púra ør,
- so púra ør!”
Hon hoppar út úr songini
og dansar alt, hon kann.
Í ørmunum ósjónliga er
dreymurin, hon fann.
Hon leggur ikki merki til mín,
tí hon er so glað,
hon dansar, og hon syngur,
og eg sníki meg avstað.

Tú skuldi hitt hann
ein sjeik so fittan.
Hann er lekrasta petti,
sum finst her á jørð.
Tað allarbesta -
eg eri um at bresta!
Um eg ikki skjótt síggi hann,
so verði eg ør,
ja, eg verði púra ør,
- so púra ør!”

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Mána og sól
Mána og sól, vindar og skíggj, og blómur og børn, skapti vár Gud. Himmal og jørð, alt eigur Hann. Harri vár Gud, vit Tær t…
Sangløtur
Ansa, eyga lítla
1. :,: Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! :,: Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær – ansa, eyga lítla, hvat tú s…
Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv. 2. Nú só…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband