Tíðindabræv

Tekna teg til tíðindabræv okkara (Ætlað foreldrum/avvarðandi)

Ólag á heimasíðuni

Tue, 15 May 2012 16:32:21 BST av Vagn, 5990 ferðir sætt

Sum sæst niðanfyri er ólag á heimasíðuni í løtuni. Arbeitt verður við at rætta brekið. Heimasetningurin virkar tó sum vanligt.

Seinasta vikan fyri jól

Mon, 12 Dec 2011 13:51:53 GMT av torhallur, 390 ferðir sætt

Seinasta vikan fyri jólafrítíðina verður skipað soleiðis:

Les meira

Jóladagar

Fri, 09 Dec 2011 08:08:12 GMT av Vagn, 7838 ferðir sætt

12.-14. desember verður skipað fyri jóladøgum í skúlanum. Í hesum sambandi eru allir næmingarnir í skúla frá kl. 8:00-12:30 nevndu dagar. Tó eru serligar avtalur fyri 6. og 10. flokk.  Nærri verður kunnað um seinastu dagarnar her á heimasíðuni mánadagin.

Framsýning

Fri, 02 Dec 2011 15:16:13 GMT av Vagn, 10279 ferðir sætt

Næmingarnir í 2.-7. flokki, sum hava havt tilevning og handarbeiði í heyst, sýna fram í tilevningarhølinum mánakvøldið 5. desember millum kl. 19 og 21.

Prýða til jóla

Wed, 30 Nov 2011 10:13:40 GMT av Vagn, 11610 ferðir sætt

Nú jólamánaðurin stendur fyri durum, eru næmingarnir farnir at prýða til jóla. Tað verður klipt, límað og klistrað. Hugnaligt við jólaprýði hesa myrku ársins tíð.

Trýst her fyri at síggja fleiri myndir.

Heimasetningurin á heimasíðuni

Mon, 28 Nov 2011 12:07:48 GMT av Vagn, 21089 ferðir sætt

Frá í dag, 28. november fer skúlin at leggja heimasetningin hjá flokkunum á heimasíðuna. Trýst verður fyrst á leinkjuna omanfyri, og síðani velur tú viðkomandi flokk. Á vikutalvuni sæst heimasetningurin hjá flokkinum. Heimasetningurin verður lagdur út seinast kl. 16 hvønn dag.

Hesin háttur verður nýttur til felags boð til flokkin framyvir. Um lærari hevur persónlig boð til næmingin/foreldrini, verða tey ikki løgd her. Vónandi vil henda skipan menna samskiftið millum heim og skúla.

 

Skúlagongdin avlýst 25. november!

Fri, 25 Nov 2011 08:25:31 GMT av Vagn, 24657 ferðir sætt

Vegna veður er skúlagongdin avlýst fríggjadagin 25. november

Broyting - Frídagar

Fri, 18 Nov 2011 14:46:46 GMT av torhallur, 39148 ferðir sætt

Vegna jarðarferð  mánadagin 21. nov. eru ráðleggingardagarnir, sum skuldu vera mánadagin og týsdagin 21.-22. nov., fluttir til týsdagin og mikudagin 22.-23 nov. Hetta merkir, at allir næmingar skúlans hava frí týsdagin og mikudagin og ikki mánadagin, sum áður fráboðað.

Mánadagin fáa øll frí kl. 12.35.

Ráðleggingardagar 21.-22. november

Thu, 17 Nov 2011 13:31:41 GMT av Vagn, 43567 ferðir sætt

Mánadagin og týsdagin 21.-22. november verða ráðleggingardagar í skúlanum. Hesar dagar skulu allir lærarar skúlans á skeið í at nýta samvirknar talvur. Í hesum sambandi er eingin skúlagongd. Farið verður aftur í skúla mikudagin sum vanligt.

Skúlin nýggja heimasíðu

Wed, 28 Sep 2011 16:27:52 BST av admin, 57456 ferðir sætt

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við einari nýggjari heimasíðu til skúlan. Vit hava lagt okkum eftir at gera síðuna einfalda og brúkaravinaliga. Framyvir er eisini ætlanin at brúka heimasíðuna meira í samskiftinum millum skúla og heim. Kunning frá skúlanum fer fyrst og fremst fram á hesum palli.

Sum nakað nýtt fara vit eisini at leggja heimasetningin hjá flokkunum út á heimasíðuna. Hetta er ikki virkið enn, men verður gjørt í næstum.

Til ber eisini at tekna seg fyri tíðindabrævi á heimasíðuni. Málbólkurin fyri hesum tíðindabrøvum er foreldur/verjar. Møguleiki er tó hjá øllum at tekna seg.

Vónandi kann heimasíðan vera eitt gott amboð í kunningini og samskiftinum millum skúla og heim.

Skúlagongdin avlýst 25. november

Fri, 25 Nov 2011 08:21:50 GMT av Vagn, 24656 ferðir sætt

Vegna veður er skúlagongdin avlýst í dag, fríggjadagin 25. november.