Tíðindi.

Konsertferð og barnaútvarp.

24.04.2024

Hóast vikan hevur verið stutt, so er nógv hent hesar seinastu dagarnar. 

Gentukórið í skúlanum og tónleikabólkarnar í 7., 8. og 9. fl. hava verið á konsertferð. Byrjað var við einari lokalari konsert her í skúlanum, síðani var farið til Gøtu skúla og endað varð í Eysturskúlanum í Havn. 

Vit hava frætt, at konsertferðin hevur gingið so sera væl. Niðanfyri eru nakrar myndir frá ferðini. 

Eisini mugu vit nevna, at barnaútvarpið aftur hevur vitjað í 2. flokki. Hesaferð hava tey tosað um hornblástur. Hoyrið meira um hetta á hesari leinki: Barnaútvarpið á vitjan

Sum kunnað frammanundan á heimasíðu okkara, so eru vit í dag farin í eitt langt vikuskifti. Skúlagongdin byrjar aftur  sum vant týsdagin 30. apríl.

Gott langt vikuskifti! 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband