Tíðindi.

Altjóða læraradagur 2023.

05.10.2023

Í dag, 5. oktobur, er altjóða læraradagur. Tað hava vit hátíðarhildið í Fuglafjarðar skúla.

Eftir morgunsangin fekk Leivur á Lakjuni, skúlastýrisformaður, orðið, og bað allar lærarar og námsfrøðingar um at koma á pallin. Síðani spurdi hann næmingarnar, um teir vistu, hvør dagur tað var. Jú, teir vistu allir.

Leivur hevði umsett eina heilsan til lærararnar og námsfrøðingarnar, sum ein drongur í India upprunaliga hevur skrivað. Eftir hesa vøkru heilsan, ið Leivur las upp, fingu næmingarnir høvi at lata lærarunum og námsfrøðingunum eina heilsan. Næmingarnir hava í loyndum skrivað øllum lærarum og námsfrøðingum eitt persónligt kort, sum teir fingu handað á pallinum.

Eisini var borðreitt við einum góðum morgunmati, og eini deiligari lagkøku, ið næmingaráðið bjóðaði. Magna takk fyri!

Við hesum myndum takka vit skúlastýrinum fyri at skipa fyri hesum týdningarmikla degi. Og ikki minst - takk til lærarar og námsfrøðingar fyri tykkara týdningarmikla arbeiði.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband