FFS sangir.

Sangløtur

Nú skínur sólin bjarta

Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.

Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.

Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.

Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
- nú sólin í fjøll og líð man roða.

Orð: Símun av Skarði
Lag: Sl. 250.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Torkils døtur
1. Torkil eigur sær døtur tvær, - at dansa - leingi á morgni sova tær. - Væl er mær ansað, her vil eg á gólvið fram at da…
Morgunsangir
Eyga, oyra, fótur
1. Nøkur eru, sum ei kunnu síggja, hvørki blómunnar lit, ella sólsins skin. Men tey tó kunnu flenna og gráta og merkja, jú…
Jólasangir
Lítli Messias
Ein stjørna á himli Og fleiri og fleiri. Í nátt føðir himin Við foldarpín…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband