FFS sangir.

Sangløtur

Veturin rópar

1. Veturin rópar í fjøllum og dølum:
Nú kemur grýlan við fjøruti hølum.
Ein er av silki, og ein er av tveini,
ein er av spýtti og kræklingabeini.

2. Ein er av hampi, og ein er av jarni,
ein er av mosa og skinfluguskarni.
Ein er av leðri, og ein er av tvøsti,
ein er av slíggi, og tað er tann størsti.

3. Ein er av sissal, og ein er av spiki,
ein er av tara, og ein er av mykju.
Ein er av neilon, og ein er av sløkju,
restin er alt í einari fløkju.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Heystkanon
Heystið, tað er júst nú komið so hví droymi eg barasta um várið Eg síggi grønkast fjøll og dal viðhvørt eitt vátasletti…
Jólasangir
Gleðilig jól
1. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: :,: “J…
Morgunsangir
Gakk tú tryggur
1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar ey…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband