FFS sangir.

Morgunsangir

Gakk tú tryggur

1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín hin besti,
hansar eyga allar vandar sær.

2. Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.

3. Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.

4. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.

5. Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.

6. Um tú snávar, miss ei fótafestið,
minst bert til, at Guð er altíð nær.
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.

Orð: H.A. Djurhuus 1915
Lag: Jógvan á Lakjuni

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind Onnur klaga um klæði og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, Milliónir ei hava mat og he…
Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv. 2. Nú só…
Morgunsangir
O, Jesus, bróðir besti
1. O, Jesus, bróðir besti og barnavinur mesti, tú breiði signing tína á barnalívstíð mína. 2. Mær gott barn gev at vera…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband