FFS sangir.

Morgunsangir

O, Jesus, bróðir besti

1. O, Jesus, bróðir besti
og barnavinur mesti,
tú breiði signing tína
á barnalívstíð mína.

2. Mær gott barn gev at vera
og góðan ávøkst bera;
halt frá mær alt hitt illa,
so meg tað ei kann spilla.

3. Lat starv mítt altíð vera
tær lov og tøkk at bera,
tín kærleik altíð goyma,
lívsorðið aldri gloyma.

4. Tín umsjón lívd mær gevi
í lívsins øllum strevi;
tín kærleikshond meg leiði
og lívsins vegir greiði.

5. Og styrk meg, barn títt veika,
í ódnum, um meg leika;
títt lívsins ljósið bjarta
tá ljómi mær í hjarta.

6. Við blíðum barnaorðum
mín bøn fram veri borin:
gev, gott barn títt eg verði
og góðan ávøkst beri.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Morgunsongur (Gud, tú ið tendraði mána og sól)
1. Gud, tú ið tendraði mána og sól, gav øllum livandi anda, og var í vanda vár verja og skjól, bjargaði okkum úr vanda. S…
Morgunsangir
Faðir, fylg mær henda dag
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist e…
Kvæði
Burtur á heiði
1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa broðber og har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað mennini…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband