FFS sangir.

Morgunsangir

Morgunsongur (Gud, tú ið tendraði mána og sól)

1. Gud, tú ið tendraði mána og sól,
gav øllum livandi anda,
og var í vanda vár verja og skjól,
bjargaði okkum úr vanda.
Signa tú verkið, vit gera í dag,
gev okkum gleði og lær okkum tað:
Sterk móti syndum at standa.

2. Signa várt eyga, at bara tað sær
tað, ið er gott og kann menna.
At tú ert altíð í neyðini nær,
lat okkum føla og kenna.
Legg okkum góðsku í hjarta og sál,
leið okkum, Harri, hvar gøtan er hál,
og har, ið áirnar renna.

3. Dagarnir koma og líða so brátt,
lær okkum tíman at nýta,
so at vit vinna við ævinnar gátt
skrúðið hitt skínandi hvíta.
Signa tú dagin og náttina við,
og ver tú altíð við okkara lið.
Lat okkum trygt á teg líta.

Orð: H.A. Djurhuus 1915.
Lag: Jógvan á Lakjuni

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Heilagt ljóð oss legg á tungu
1. Heilagt ljóð oss legg á tungu; himlafaðir, lær tey ungu rætt at takka tær, syngjandi tín prís við megi, sáandi títt or…
Sangløtur
Vinir
1. Eg bleiv so glað í morgun, Tá ið eg kom út. Tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið. Tú smíltist, og eg visti beinanveg,…
Jólasangir
Lítla fitta nissa mín
1. Lítla fitta nissa mín, tú skalt fáa greyt í trygil tín, jólagreyt við mandlu í. Ja, so oysa vit uppí. 2. Mandlan me…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband