FFS sangir.

Sangløtur

Vinir

1. Eg bleiv so glað í morgun,
Tá ið eg kom út.
Tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið.
Tú smíltist, og eg visti beinanveg,
Vit vóru vinir aftur, tú og eg.

Vit klandraðust í gjár,
Og tá lovaði eg,
Eg aldrin skuldi tosa aftur við teg.
Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.

2. Tú segði, at eg altíð var so ráðarík.
Eg segði, at tú vart ein grenjisurra.
Tá tókst tú bóltin, rýmdi beinanveg,
Og eg fór heim, eg var í øðini

3. Eg stongdi hurðina á mínum kamari,
Og var bara inni allan dagin.
Um kvøldið fekk eg SMS frá tær:
Tú ert tann besti vinurin hjá mær :-)

Vit klandraðust í gjár,
Og tá lovaði eg,
Eg aldrin skuldi tosa aftur við teg.
Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.

4. Vit fara heim til mín at gera skúlating,
Tú dugir nógv betri enn eg at rokna!
So spæla vit eitt spæl á telduni
Og baka vaflur, tí tað dugi eg!

Vit klandraðust í gjár,
Og tá lovaði eg,
Eg aldrin skuldi tosa aftur við teg.
Nú súkkla vit í skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga ljósan dag, nú byrjar dagsins starv. 2. Nú só…
Jólasangir
Lítli Messias
Ein stjørna á himli Og fleiri og fleiri. Í nátt føðir himin Við foldarpín…
Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband