FFS sangir.

Morgunsangir

Tað kundi verið eg

Tað kundi verið eg

1.Handan høga fjallið búgva børn, ið líkjast mær
Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har
Ein genta og ein drongur eru komin til ein brunn
Hon drekkur vatn í sólini og smílist glað og sunn

Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

2.Handan gráu høvini leikar í ein ódn
Trøini tey skelva, og eg síggi bangin børn
Raka kann ein vanlukka eitt mannalív so dýrt
Ein flóðalda kann skola allar vakrar dreymar burt

Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

3.Handan grønu skógina er jørðin sviðin av
Dagurin er vónleysur, hann onga mettu gav
Eg veit, at læknar fara út, bjarga verða mong
Og góðir samarittar bera mat til veik og svong

Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

4.Handan myrku skýggini ein sól, sum skínur bjørt
Kanska eg kann hjálpa, og eg fái okkurt gjørt
Gævi at mítt hjarta altíð føla vil við tær
Tað kundi verið eg, sum í tíni støðu var

Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Tíðin rennur sum streymur í á
1. Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla. 2. Hvør ei…
Jólasangir
Kveik ljós
Kveik ljós Eitt ljós skal lýsa um alla víðu verð Hin skæra himna-stjørna, sum heimur okkar er Lat vónir vakrar vaksa, og g…
Morgunsangir
Tín miskunn, o Guð
1. Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há, tín trúfesti røkkur til skýggja, tín dýrd er um allan heimin at sjá, tín kærlei…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband