FFS sangir.

Morgunsangir

Tíðin rennur sum streymur í á

1. Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.

2. Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?

3. Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.

4. Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.

5. Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, -
himnastrond fyri stavni.

Orð: Fr. Petersen 1892.
Lag: Sl. 332 a og b.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Grindavísan
Årle det var om sommeren, månen skinner så bleg, tågen svinder for solen hen, om nylig af havet steg. Raske drenge gri…
Sangløtur
Eg veit eitt spógvareiður
Eg veit eitt spógvareiður, eg sigi ikki meir. Tveir ungar spógvin eigur, i – i – so láta teir. Og spógvarnir tei…
Kvæði
Nykursvísa
1. Nykurin letur sær klæði skera, - Harra mín - tí hann vildi ein riddari vera. - Um summarið, tær allir fuglar syngja væl…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband