FFS sangir.

Jólasangir

Kveik ljós

Kveik ljós
Eitt ljós skal lýsa um alla víðu verð
Hin skæra himna-stjørna, sum heimur okkar er
Lat vónir vakrar vaksa, og góðsku vinna fram
Lat heim og himmal hittast, tí ljósið sigur vann

Kveik ljós
Tvey ljós ið boða, um kærleika og trúgv
Ein lykt, for fótum teirra, sum altíð byggja brúgv
Slepp fangum út úr kliva, slepp flýddum børnum heim
Kveik ljós teim sorgarbundnu, ein ugga ber tú teim.

Kveik ljós
Trý ljós, sum loga, har kríggj og ósátt stá
Har frælsið verður fjøtrað, slít tú tær leinkjur tá
Lat mannavirðið sigra, tí alra ogn er tað
Kveik ljós hjá øllum teimum, ið syngja frælsis lag.

Kveik ljós
Tær fýra kertur, sum glampa honum hjá
Sum elskar alt sum andar, hvørt kykt og hvørt eitt strá
Kveik ljós for himins drotti, ið føddist fornu tíð
Nú semjast heim og himmal hjá barni krubbu í.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Sangløtur
Sjá, nú rísur sólin
Sjá, nú rísur sólin, rund og reyð og góð, gevur øllum lív við síni heitu glóð. La, la, la Login inni í tær vakur,…
Morgunsangir
Faðir, fylg mær henda dag
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist e…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband