FFS sangir.

Sangløtur

Vestan fyri Mykines

Vestan fyri Mykines,
har flýgur ein vøkur súla,
sveimar yvir hav og fles,
meðan børnini eru í skúla.

Tá ið hon sær eina sild
hon stoytir seg undir kav,
flýgur við henni í búkinum
yvir tað bláa hav.

Tá hon móð at flúgva er,
til ungan hon kemur heim,
setir seg á rókina.
So hvít og fín og rein.

Orð: Marita Dalsgarð
Lag: Kristian Blak

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Nú hvítna tindar
1. Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali, hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali. 2. Tað…
Sangløtur
Várkanon
Sólin hon skínur - Lotið er lýtt Grasið nú grønkast - verður so frítt. Fuglur í fjøld er nú farin á flog. Smálomb og t…
Morgunsangir
Gakk tú tryggur
1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar ey…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband