FFS sangir.

Morgunsangir

Nú hvítna tindar

1. Nú hvítna tindar fjøllum á,
og gulnar gras í dali,
hitt síðsta tjaldrið landi frá
fleyg burt við túsundtali.

2. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyðið,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.

3. Har sátur stóðu fram við á,
er alt nú snøgt og nakið,
og epli, røtur, hvørt eitt strá
er komið undir takið.

4. Har summargrøna velta var,
bert slokkastrúgvar spjaddir,
á bø er komið lamb og ær,
tí kalt er millum hæddir.

5. Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.

6. Takk fyri hetta árið við
og alt á sjógv og landi.
Tú yvir vaksin lýs tín frið
og hvønn ein pilt á sandi!

7. Tey renna skjótt tey stuttu ár,
til heim tú manst mær boða;
og eftir vetur kemur vár
við sól og fjallaroða.

8. Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.

Orð: Grundtvig 1844
Lag: Sl 243

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Nú lýsnar hvør ein heygur
Nú lýsnar hvør ein heygur, og grønkar hvør ein líð, nú blóma sóljur frítt í bø og haga. Og gøtur blána blíðar, har kirkja s…
Jólasangir
Heilaga stund einglar syngja
1. Heilaga stund einglar syngja, himin í stjørnuskrúð. Vit hoyra klokkurnar ringja jól eru komin nú. Vit hoyra einglasong…
Jólasangir
Eitt fjós og ein krubba
1. Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá, so skirvið var beðið, har frelsarin lá. Men stjørnan á himni, so vøkur og vo…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband