FFS sangir.

Sangløtur

Lova mær við

Eg vil út í ta stóru verð,
har eg alt kann vera.
Eg vil inn í dreymaland,
har eg alt kann droyma.
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
um tað er staðið, har eg ikki bara
skal vera í frið.

Eg vil út í tað fríða hav,
har eg frítt kann svimja
og koma upp í ta løttu luft,
har eg lætt kann sveima
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
um tað er staðið, har eg ikki bara
skal vera í frið.


Eg vil út á ta vøkru ong,
har eg góðan kenni anga,
inn í stórbýar larm og royk,
har eg frítt kann reika.
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
Um tað er staðið, har eg ikki bara
Skal vera í frið.Har ið eg kann reika.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Frelsarin føddur
Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð, bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð. Hastið hirðar, berið kvøðu, barninum av hi…
Sangløtur
1) Sólskinstøgn yvir okkum nú, Luftin fevnandi mjúk, Einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt. Jørð…
Jólasangir
Lítla fitta nissa mín
1. Lítla fitta nissa mín, tú skalt fáa greyt í trygil tín, jólagreyt við mandlu í. Ja, so oysa vit uppí. 2. Mandlan me…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband