FFS sangir.

Sangløtur

1) Sólskinstøgn yvir okkum nú,
Luftin fevnandi mjúk,
Einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


2) Sirmið sorgblíða silkibleytt
Svalir rodnandi húð,
Signað vit og av gleði mett,
Aldri var heimur so sannur sum nú.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


3) Dagmett sól søkir niðublund,
Klokkan bíðandi slær,
Skýmingstrøll seta friðarfund,
Hoydi tú hamranna suðandi svar?

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


4) Máni, vøkuljós ver í nátt,
Mjørki dýna ver tú,
Stíga vit so um dreymagátt,
Gandaði heimur, verð altíð sum nú.

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.


5) Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
Sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
Teskar í tøgnini: "Alt vil tær gott, alt vil tær gott."

Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær.

Orð: Martin Joensen
Lag: Martin Joensen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
12. mars
12. mars á grækarismessu kemur okkar’ tjaldur. Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur. Svart og hvítt við…
Morgunsangir
Óttast ikki
Niðurlag: Óttast ikki, eg eri við tær. Ver ikki mótfallin, eg eri tín Gud. Eg styrki og hjálpi tær og haldi tær uppi,…
Jólasangir
Eitt barn er føtt í Betlehem
1. Eitt barn er føtt í Betlehem, Tí gleðir seg Jerusalem. Halleluja, halleluja! 2. Ein fátæk kona mamma er, hon lítið…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband