FFS sangir.

Jólasangir

Frelsarin føddur

Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð,
bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð.
Hastið hirðar, berið kvøðu,
barninum av himni høgum.
Lovið Guði hátt, lovið Guði hátt.

Tú himnadrottur borin ert í kvøld,
borin av kvinnu undir stjørnufjøld,
knæ vit boyggja, eyðmjúk verða,
foldar børn tær kvøðu bera.
Kvøð halleluja, kvøð halleluja.

Harranum bera kvøðu vit og prís,
menniskjans børnum er nú frelsan vís.
Harrin vísti heimi náði,
friður, semja tí nú ráði,
eins og jólanátt, eins og jólanátt.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Rudolf
1. Kenna tit lítla Rudolf, hann sum hevði reyðan tút. Hann var eitt lítið reinsdjór og hann sá so skegur út. Øll onnur rein…
Kvæði
Jákup á Møn
1. Gevið ljóð og havið gott stev, kvæði mítt væl skal ljóða. Gevist ei brátt, men haldið so við, so klókliga millum tváa!…
Morgunsangir
O, Jesus, bróðir besti
1. O, Jesus, bróðir besti og barnavinur mesti, tú breiði signing tína á barnalívstíð mína. 2. Mær gott barn gev at vera…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband