FFS sangir.

Sangløtur

Eg eigi vakrar dreymar

Eg eigi vakrar dreymar
um ta ríku verð.
Eg takki fyri lívið
mær varð givið her
Sum systrar og beiggjar,
góð vit eru við,
eru hesar oyggjar,
sum liggja lið um lið

Tær rópa: Kom, kom, kom
niðan fjøll út á fjørð.
Hoyr fuglarnar syngja um lívið á jørð.
Áin hon teskar og blóman so frí,
fyllir títt sinni av ríkari tíð.

Mín vinur sært tú landið og møguleikar her.
Á, um eg vinni heimin, tað dýrasta sum er.
Í hjarta mínum kenslur, alt eg fekk og sá,
og síggi eg tað sama í tínum eygnabrá

Tað sigur: kom, kom, kom;
stevnið frítt avstað.
Lívið er ein gáva; vit eiga hendan dag.
Úr sjónum hetta landið, okkum givið varð.
Frítt tað er í Føroyum og gott hjá tær og mær.
Frítt tað er í Føroyum og gott hjá tær og mær.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Kveik ljós
Kveik ljós Eitt ljós skal lýsa um alla víðu verð Hin skæra himna-stjørna, sum heimur okkar er Lat vónir vakrar vaksa, og g…
Sangløtur
Grýlur
Ola, mola, sukurmola kann eg fáa bomm? Ola, mola, sukurmola eg vil hava bomm Grýlurnar tær ganga og vilja hava bomm.…
Kvæði
Stat op Santa Simeon
Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en 12 var Apostlene, 11 var Disciplerne, 10 er de ti Guds bud, 9 er vor Eng…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband