FFS sangir.

Morgunsangir

Minst til at biðja Faðirvár

1. Minst til at biðja Faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín
at hjálpa tær á veg.

2. Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.

3. Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.

4. Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár -
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja Faðirvár.

Orð: H.A. Djurhuus
Lag: sum SL. 254.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Tað kundi verið eg
Tað kundi verið eg 1.Handan høga fjallið búgva børn, ið líkjast mær Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har Ein gent…
Sangløtur
Vov vov
Eg gangi runt í býnum sum eitt ólukkudýr Í skrellispannini er bert papír Eg kenni ikki pápa mín eg veit hann eitur Per…
Jólasangir
Nú birtast túsund jólaljós
1. Nú birtast túsund jólaljós í hesi myrku stund, og túsund onnur glógva nú á himna bláu grund. 2. Og yvir bý og land…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband