FFS sangir.

Jólasangir

Nú birtast túsund jólaljós

1. Nú birtast túsund jólaljós
í hesi myrku stund,
og túsund onnur glógva nú
á himna bláu grund.

2. Og yvir bý og land í kvøld
fer jólaboð av stað,
at føddur Harrin Kristus er.
Tí eru vit so glað.

3. Tú stjørna yvir Betlehem,
á, lat títt milda ljós
nú lýsa inn við friði og vón
í vára heim og hús!

4. Í hvørt eitt hjarta, tungt og myrkt,
tín glæma lýsi blíð,
ein glæma av Guds kærleiks lind,
í hesi jólatíð!

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Eg gleðist so hvørt jólakvøld
1. Eg gleðist so hvørt jólakvøld, tí Jesus føddist tá, tá lýsti stjørnan sum ein sól, lag sungu einglar tá. 2. Og lítl…
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið. Koma og setast á sand og teig. Trúliga koma tey ár um ár, tekin um ljósari tíð, brátt vár.…
Jólasangir
Eg eri so spent til jóla
1. Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla og jólagávurnar nógvar og eisini nýggjar skógvar. 2. Tað er so l…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband