FFS sangir.

Jólasangir

Eg gleðist so hvørt jólakvøld

1. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
tí Jesus føddist tá,
tá lýsti stjørnan sum ein sól,
lag sungu einglar tá.

2. Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold’,
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.

3. Nú hann í himmiríki býr,
tí hann Guðs sonur er;
men altíð hoyrir hann hvønn tann,
í bøn til hansar fer.

4. Og móðir tendrar tá øll ljós,
tey skína í hvønn krók,
tí út um heimin, sigur hon,
at lýsa stjørnan tók.

5. Hon sigur, at hitt einglaljóð
tað ljóðar enn í dag
um frið og gleði her á jørð
og um Guðs hjartalag.

6. O, gævi eg kundi sungið so,
tá gleddist Jesu lund;
tí eg við varð Guðs kæra barn
á halgu skírnarstund.

7. Eg gleði meg hvørt jólakvøld
um Harran Jesus Krist.
At hann av sonnum elskar meg,
tað veit eg fult og vist.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Heilaga stund einglar syngja
1. Heilaga stund einglar syngja, himin í stjørnuskrúð. Vit hoyra klokkurnar ringja jól eru komin nú. Vit hoyra einglasong…
Sangløtur
Lova mær við
Eg vil út í ta stóru verð, har eg alt kann vera. Eg vil inn í dreymaland, har eg alt kann droyma. Lova mær við til Santan…
Morgunsangir
Sjá, nú rísur sólin
Sjá, nú rísur sólin  rund og reyð og góð,  gevur øllum lív við  síni heiti glóð.    La la la la......    Login inni í…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband