FFS sangir.

Kvæði

Í Gøtu ein dag

1. Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár –
tað ýlir av stormi – tó ei rørdist hár,
og klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: Øll Gøta var paff. :,:

2. Ei undur var í;
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trøllkonufingur í liðinum brast,
og Kellingin datt, hon stóð tó so trygt,
:,: og Risin fekk gikt. :,:

3. Nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó, hvat gjørdi Tróndur, tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta, í grøvini lá,
:,: so Geyti stóð hjá. :,:

4. Teir heilsaðust so.
"Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki, hvussu í Føroyum er statt.
Um tingið er sterkt og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt." :,:

5. Tað gekk so ein tíð,
Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
“Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um Sigmund og teg og um kalvan, teg tók.
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:

6. Teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
úr Føroyum til Bretlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag –
:,: brátt vistu teir tað. :,:

7. Men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
Á høvdinum bera tær fjaðrar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:

8. Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú, tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong. “ –
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! –
Men sig, hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!”
:,: “Jú teir selja grýn;” :,:

Orð: Trónd Olsen
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Nú skínur sólin bjarta
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fr…
Jólasangir
Gávan
Eg vaknaði í morgun og stardi upp í loft, sá, at kavin lagstur var á fjøllum. Eg skundaði mær upp, í speglinum eg sá ei…
Morgunsangir
Tín miskunn, o Guð
1. Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há, tín trúfesti røkkur til skýggja, tín dýrd er um allan heimin at sjá, tín kærlei…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband